Der einsame Planet Klaksvík

 
Einsamalla planetin Klaksvík

 
DORIT HANSEN


Nú letur Norðoyatunnilin skjøtt upp og fjølmiðlarnir stúra fyri, hvussu Klaksvíkingar skulu yvirleva mentanarhvøkkin. Klaksvíkingar gleða seg at sleppa at koyra beinleiðis inn á meginlandið, men fara hinir føroyingarnir at tíma norðureftirø Hevur Klaksvík annað at bjøða enn uppgevandi handilsmenn, manglandi ungdømstilboð, svartar samkomur og útideyðaveðurø

Klaksvík hevur fleiri afturvendandi árlig tiltøk, sum altíð samla í hundratals og túsundtals av følki. Har er Norðoyastevnan, Summarfestivalurin og Sjømannadagurin. Har er støri jølamannadagurin í desember, og har eru stør ítrottartiltøk, sum til dømis fimleikaframsýningin sunnudagin, har trýhundrað børn og ung vístu síni kynstur fyri umleið túsund áskøðarum.

Men eisini allar hinar dagarnar í árinum er Klaksvík eina vitjan verd. Lat okkum siga, at ein smábarnafamilja fer norð ein dagstúr, hvar skulu tey fara, og hvat skulu tey geraø

Fyrst fara tit at shoppa. Maðurin fer í Føroya besta manna-BR beint við tunnilin, har hann finnur øll amboðini, hann ongantíð hevur droymt um. Konan fer eina rundu í skøgvarhandlarnir, har tann fyrsti er á støði við teir bestu í Havn, tann næsti liggur í Keypmannahavna støði, og tann triði fyri tað kundi ligið í London. Ert tú meiri til kreativitet enn skøgvar, kanst tú fara í onkran av mongu tøgvhandlunum ella í eitt av heimavirkjunum.

Síðani fara tit saman eina rundu í tað, sum má sigast at vera størsta konsentratiøn av handlum spesialiseraðir í smátingum til heimið. Klaksvíkingar eru tiltiknir heimkærir, so tað er kanska ikki so løgið, at júst teir hava eitt so størt og spennandi úrval av handlum við pyntitingum. Og til síðst kunnu tit fara út í Leikalund, har støribeiggin kann seta seg at lurta eftir fløgum, systirin setur seg millum allar barnabøkurnar, mamman hyggur eftir málningaframsýningini, og pápin setur seg við einum cappucino og hyggur gjøgnum ein dunga av bøkum, sum hava fangað hansara áhuga.

Blíva børnini (og maðurin) troytt av handlum, kunnu tit fara á okkurt av almennu spæliplássunum, ein møguleika tit ikki hava, um tit fara til Havnar. Ella tit kunnu fara ein túr út í Grøv við vøkru og spennandi ánni, har børnini kunnu fanga síl eftir øvugta put-and-take prinsippinum - fyrst fanga og síðani seta í aftur til onnur at fanga. Ella tit fara ein túr til Kunoyar, har plantagan er minni enn tann í Havn, men hon hevur harafturímøti ein steyrrættan fjallavegg sum loft, og Kalsoyarfjørð sum útsýni. Er veðrið ikki til áir og plantagir, kunnu tit fara í Føroya absolut besta býarbøkasavn ella í støru og lekru svimjihøllina í býnum.

Og so skulu tit eisini hava okkurt at eta. Matstovurnar eru ikki nøgvar har norðuri. Tit kunnu keypa tykkum pizza ella búrgara at eta í bilinum, ella tit kunnu fara á tað einastu veruligu matstovuna í býnum, men sjálvt um hendan er betri enn nøgvar í høvðustaðnum, so hevði eg bíðað, til tit fara norð aftur tveyeini, tí har er bæði hugnaligt og romantiskt. Nei, besta loysnin er nokk at vitja onkran gamlan floksfelaga ella okkurt systkinbarn, sum tú ikki hevur sæð í hundrað ár. Tí klaksvíkingar eiga, sum vit vita, fjálg og hugnalig heim. Og tá teir hava búð so einsamallir har norðuri í so mong ár, fer tað ikki at skorta við gestablíðni, nú teir endiliga fáa vitjan.

 

Der einsame Planet Klaksvík

 
DORIT HANSEN

 

Nun wird bald der Nordinseltunnel eröffnet, und die Medien sorgen sich, wie die Klaksvíkinger den Kulturschock überleben sollen. Die Klaksvíkinger freuen sich, dass sie direkt in das Großland fahren können, aber werden die anderen Färinger auch nach Norden wollenø Hat Klaksvík noch anderes zu bieten als Geschäftsleute, die aufgeben, fehlende Angebote für die Jugend, düstere religiöse Gemeinschaften und ein Wetter, bei dem schon ein Schritt vor die Haustür Lebensgefahr bedeuten kann.

Klaksvík hat mehrere alljährliche Veranstaltungen, die immer hunderte und tausende von Leuten anziehen. Da gibt es das Nordinselfest, das Sommerfestival und den Seeleutetag. Da gibt es den großen Weihnachtsmanntag im Dezember und da gibt es große Sportveranstaltungen wie z. B. die Turnschau am Sonntag, wo dreihundert Kinder und Jugendliche vor ungefähr tausend Zuschauern ihre Künste vorführten.

Aber auch an allen anderen Tagen im Jahr ist Klaksvík einen Besuch wert. Nehmen wir mal an, dass eine Familie mit kleinen Kindern einen Tagesausflug in den Norden macht. Wo sollen sie hingehen und was sollen sie tunø

Erst einmal geht ihr shoppen. Der Mann geht in den besten Männer-Spielzeugmarkt der Färöer, direkt am Tunnel, wo er alle Werkzeuge findet, von denen er nie geträumt hat. Die Frau macht eine Runde in den Schuhgeschäften, wo das erste auf gleichem Niveau wie die besten in Tørshavn liegt, das zweite auf dem Niveau von Kopenhagen, und was das dritte betrifft, so könnte das in London liegen. Wenn man mehr auf Kreativität als auf Schuhe steht, dann kann man in eins der vielen Geschäfte für Strickwolle gehen oder in eins der Heimavirki-Geschäfte für färöische Strickwaren.

Danach macht ihr eine Runde in dem, was man die größte Konzentration von Geschäften nennen könnte, die auf Kleinartikel fürs Heim spezialisiert sind. Klaksvíkinger sind nämlich notorische Heimliebhaber, so dass es vielleicht nicht so ungewöhnlich ist, dass gerade sie eine so große Auswahl von Geschäften mit Nippes haben. Und zuletzt könnt ihr noch zu Leikalund gehen, wo der große Bruder sich hinsetzen und eine Platte hören kann, die Schwester sich zwischen all die Kinderbücher setzt, die Mama sich die Gemäldeausstellung anschaut und der Papa bei einem Cappucino einen Haufen Bücher durchsieht, die sein Interesse gefesselt haben.

Wenn die Kinder (und der Papa) den Laden leid sind, dann könnt ihr auf einen der öffentlichen Spielplätze gehen, eine Möglichkeit, die ihr nicht habt, wenn ihr nach Tørshavn fahrt. Oder ihr könnt einen Ausflug nach Grøv (Stadtpark von Klaksvík) machen, mit dem schönen und aufregenden Fluss, wo die Kinder nach dem umgekehrten Gib-und-Nimm-Prinzip Forellen fangen können - erst fangen und dann wieder reinsetzen, damit noch andere fangen können. Oder ihr macht einen Ausflug nach Kunoy, wo die Plantage (Wäldchen) kleiner als die in Tørshavn ist, dafür aber eine senkrechte Felswand als Hintergrund und den Kalsoyfjord als Aussicht hat. Wenn das Wetter nicht nach Flüssen und Plantagen ist, dann könnt ihr in die absolut beste Stadtbücherei der Färöer gehen oder in das große und miserable Hallenbad in der Stadt.

Und dann müsst ihr auch etwas zu essen haben. Restaurants gibt es nicht viele dort im Norden. Ihr könnt euch eine Pizza oder einen Burger kaufen und im Auto essen, oder ihr könnt in das einzige wirkliche Restaurant gehen, aber obwohl es besser ist als viele in der Hauptstadt, würde ich doch lieber warten, bis ihr wieder zu zweit nordwärts fahrt, denn dort ist es gemütlich und romantisch. Nein, die beste Lösung ist doch wohl, irgendeinen alten Klassenkameraden zu besuchen oder ein Geschwisterkind, das man schon 100 Jahre lang nicht mehr gesehen hat. Denn die Klaksvíkinger haben, wie man weiß, ein mollig warmes und gemütliches Zuhause. Und da sie nun so viel Jahre so einsam dort im Norden gewohnt haben, wird es an der Gastfreundschaft schon nicht mangeln, wo sie jetzt endlich Besuch bekommen.

 
Aus dem Färöischen von Detlef Wildraut

 
Der färöische Originalartikel erschien in der Tageszeitung Sosialurin, Nr. 58, vom 22. März 2006.

Zu den anderen Artikeln